Scolari samanbar við HM-heiti

Landsliðsvenjarin hjá Portugal, Luiz Scolari, samanbar hálvfinalusigurin við HM-heitið, sum hann stýrdi Brasilia til fyri júst tveimum árum síðani

Brasilski landsliðsvenjarin hjá portugisum, Luis Scolari, var ein fegin maður mikukvøldið. Á sjálvum hálvfinaludegnum vóru tað júst tvey ár síðani, at Brasilia undir hansara leiðslu gjørdist heimsmeistari í fótbólti. Scolari helt mikukvøldið, at finalusessurin hjá Portugal var størri enn at vinna HM við Brasilia. - Hetta er fyrstu ferð, at Portugal er í finaluni, meðan Brasilia hevði vunnið HM fýra ferðir áður, og tí er tað ein størri sigur í dag, enn tað var við brasilianska landsliðnum fyri tveimum árum síðani, segði Scolari eftir dystin. Samstundis segði Scolari, at hann fegin vil halda fram í venjarasessinum næstu tvey árini, tá ið Portugal skal royna at spæla seg til HM-endaspælið í Týsklandi í 2006.