Hóast boðini hava verið, at Chelsea ikki ætlar sær at brúka pengar, tá flytingarvindeygað letur upp í januar, so hevur venjarin sína hugsan um hetta. Luiz Felipe Scolari krevur, at Chelsea keypir ein álopsspælarar afturat sum skjótast. - Eg havi brúk fyri einum álopsspælara. Um vit fáa fleiri skaðar afturat, so kann skjótt brúk verða fyri einum álopsspælara, sigur Scolari. Hildið verður, at fíggjarkreppan fer at avmarka møguleikarnar hjá Chelsea at keypa nýggjar spælarar júst nú.









