Fótbóltur
- Vit hava enn 17 dystir eftir at spæla, so hvør veit, hvat hendir. Men spæla vit bara tríggjar ella fýra dystir afturat upp á hendan mátan, er ikki tað stóra at gera.
Louis Felipe Scolari var vónsvikin av avrikinum hjá sínum monnum sunnudagin. Tað, sum varð rópt fyri stóri dysturin hetta umfarið, endaði við størsta sigrinum sama umfarið, tá Manchester United vann ikki minni enn 3-0 á heimavølli móti Chelsea.
Eingn ivi er um, at trýstið er stórt á Scolari, sum annars fekk eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið, men sum seinasta mánaðin hevur verið at kalla áskoðari, meðan Liverpool og Manchester United veruliga hava meddað seg inn móti endaspurtinum í kappingini.
Tvær kappingar eftir
Men hóast skrivað hevur verið um kreppufund í Chelsea, har venjarin var partur av dagsskránni, so vil brasiliumaðurin als ikki avskriva felagið í nakrari kapping. Enn er Chelsea partur av FA-Cup og Champions League, men tað er eingin ivi um, at trýstið herðist heilt ógvusliga, um tað ikki eydnast Chelsea at basa Southend í umdystinum í ensku steypakappingini, og við 1/8-finalu móti Juventus í Champions League kann talan lættliga gerast um eitt serstakliga strævið vár hjá Chelsea og Scolari.
Og sunnudagin var veruliga lítið, sum bendi á, at Chelsea er á nøkrum, sum líkist rættari kós. Manchester United sat á tí mesta í dystinum, og eftir at Nemanja Vidic stutt undan steðginum skoraði til 1-0, var ongan tíð nakar ivi um, hvør skuldi vinna. Wayne Rooney og Dimitar Berbatov øktu í seinna hálvleiki, og um nakað kundi heimasigurin verið enn størri.
Meistararnir trýsta
Var vónbrotið stórt hjá Scolari, so var gleðin sjálvandi tað sama størri hjá starvsfelaganum í Manchester United, Sir Alex Ferguson.
Manchester United er nú bara fimm stig aftan fyri Liverpool, sum fekk eitt vónbrot við málleysa javnleikinum móti Stoke, sum enntá hevði eitt skot á tvørtræið. Men tað vildi nú verið ein gøla, um trífalda rangstøðan, sum Rory Delap var partur av, hevði givið úrslit í einum sigursmálið frá manninum, sum annars er kendur fyri síni langu innkøst.
Tað úrslitið ber við sær, at Manchester United kann vera oddalið longu leygardagin, um teir vinna á Wigan mikudagin og Bolton leygardagin.
Í átta heimadystum hevur meistaraliðið higartil vunnið sær 24 stig, og Sir Alex Ferguson heldur, at hansara menn nú hava ein serstakliga góðan møguleika í kappingini.
- Hetta var eitt framúr úrslit fyri okkum. Vit jagstra Liverpool, og nú eru vit eitt sindur nærri. Megna vit at halda fast um góða formin á heimavølli, hava vit ein sera góðan møguleika, segði hann við ensku miðlarnar eftir dystin sunnudagin.










