Luiz Felipe Scolari er seinnapartin sagdur úr starvi í Chelsea Football Club. Við grundgevingini, at ?felagið vil varðveita royndina eftir teimum steypum, teir enn kunnu kappast um?, sendi leiðslan Scolari til hús.
Sunnudagin varð hann eisini buuaður av vøllinum eftir 0-0 móti Hull.
Luiz Felipe Scolari gjørdist heimsmeistari við Brasilia í 2002, og hevur verið venjari hjá Portugal frá 2002 til 2008, tá hann tók við í Chelsea.
Hann fekk sostatt bert gott hálvt ár í felagnum, 36 dystir, harav hann vann 20, tapti fimm og spældi 11 javnleikir.
Chelsea liggur í løtuni á einum fjórða plássi í Premier League, umframt at teir enn eru við í Champions League og FA Cup.
Ray Wilkins, sum var hjálparvenjari hjá Scolari, verður á odda fyri liðnum til ein nýggjur venjari er settur í starv.
Heimasíðan hjá felagnum upplýsir eisini, at leitingin eftir nýggjum venjara longu er farin í gongd, og teir vænta at ein nýggjur venjari er upp á pláss skjótast.
Ein av teimum, ið longu eru í uppskoti til venjara hjá Chelsea er fyrrverandi Chelsea-legendan Ginafranco Zola, sum í løtuni er venjari hjá West Ham. Hann hevur tó áður sagt, at hann ikki vil til Chelsea.
Hann verður sostatt neyvan tann fimti venjarin í røðini síðan 2003, tá Roman Abramovich keypti felagið. Undan Luiz Felipe Scolari hava Claudio Ranieri, José Mourinho og Avram Grant verið venjarar.
Fyrr í dag varð Tony Adams eisini uppsagdur sum venjari í Portsmouth, eftir at liðið tapti 2-3 móti Liverpool um vikuskiftið.