Science Fiction  20 ár seinni

Munurin millum útgávurnar skuldi helst verið rættiliga týðiligur. Vit eru vorðnir 20 ár eldri og hava vónandi eisini lært okkurt av tí, siga limirnir í Science Fiction, nú teirra nýggja fløga "Crossroads" er útkomin saman við eini endurútgávu av "Runaways" frá 1985

Leingi er tað, ið væl skal vera. 20 ár skuldu ganga, áðrenn tiltikni 80ara popp /rockbólkurin Science Fiction fór í upptøkuhølið fyri aðru ferð. Men nú er hon so her, nýggja fløgan "Cross-roads". Og forsangarin Ják-up Marnar Antoniussen dylur ikki yvir, at teir hava verið minst líka spentir hesuferð, sum tá teir, sum tannáringar, góvu fyrru fløguna "Runaways" út í 1985
- Tað kennist akkurát líka lekkurt, sum fyrru ferð. Men tað er also eitt sindur spooky, at tað veruliga eru gingin 20 ár. Krøvini hjá fólki til tónleikin verða sjálvsagt hareftir, og tað hava vit avgjørt eisini roynt at liva upp til, sigur Jákup Marnar.
Góvust ongantíð
Hóast Science Fiction ikki hava spælt saman sum bólkur seinastu 14 árini, var tað kanska bara ein spurningur um tíð, til teir hittuast aftur í venjingarhølunum.
- Vit hava í øllum førum ongantíð sagt, at vit vóru givnir. So uttan iva hevur tankin um at finna saman aftur ligið og spøkt onkustaðni allatíðina, heldur Jákup Marnar. Verulig gongd kom tó ikki á ætlan-inar, fyrr enn keyboard-leikarin Heini Ziska Dahl flutti aftur til Føroyar fyri tveimum árum síðani. Eitt kvøldið avgjørdu teir báðir so at hittast í einum arbeiðsskúri við einum gittara og einum bandupp-tak-ara. Tá náttin var av, høvdu teir tikið upp ikki færri enn 20 løg, sum í veruleikanum gjørdust byrjanin til "Crossroads". Jákup Marnar eigur aftur hesuferð meginpartin av tekstunum, har tey 20 árini helst skuldu havt sett síni spor, vónar hann.
- Nógvir av tekstunum eru sera persónligir og vónandi djúpri enn á fyrru útgávuni. Men fyrst av øllum eru teir øgiliga erligir. Í so máta liggja útgávurnar ikki so langt frá hvørji aðrari. Tað var til dømis eisini avgjørt ein av orsøkunum til, at vit høvdu sangin "Í skúri" við á Runaways. Tann teksturin er so erligur,sum nakar tekstur kann blíva, sigur Jákup Marnar.
Søguligt dokument
At munurin millum tær báðar útgávurnar annars er týðiligur, royna Science Fiction ikki at fjala út yvur. Heldur tvørturímóti, tí saman við nýggju fløguni liggur nevniliga gamla útgávan, sum higartil bert hevur funnist sum kasettuband.
- Upprunaliga høvdu vit ongar ætlanir um at geva gamla bandið út aftur. Men tá fólk so frættu, at vit vóru farnir í upptøkuhølið afttur, fingu vit so nógvar áheitanir um at geva "Runaways" út eisini, at tankin byrjaði at gerast áhugaverdur.
Science Fiction hava tó ongar ætlanir um, at "Crossroads" skal taka kappingina upp við gomlu landaplágurnar frá Runaways, sum"Í Skúri". Fyrra fløgan skal heldur síggjast sum eitt søguligt dokument av Science Fiction, soleiðis sum fólk minnast bólkin frá 80num.
- Tí hava vit heldur ikki nortið við gomlu útgávuna yvirhøvur. Vóru vit fyrst byrjaðir at pilka við hana, hevði tað verið vónleyst at vita, hvar tú skuldi enda. So hevði útgávan jú heldur ikki verið 20 ára gomul longur, sigur Heini.
Umframt at vera fløguaktuellir, eru Science Fiction í løtuni við at leggja seinastu hond á venjingarnar til framførsluna á Summarfestivalinum, har áhoyrarnir kunnu gleða seg til bæði nýgg løg og gamlar slagarar.