Venjarin hjá Real Madrid er í trongum skóm, nú úrslitini hjá felagnum hava verið eitt sindur misjøvn seinastu tíðina. Um vikuskiftið vann Real Madrid tó við neyð og deyð á botnliðnum Valladolid. Úrslitið var 1-0. Hildið verður tó, at sigurin, ið var so tepur, ikki lættir nakað serligt um trýstið á týska venjaran hjá kongaliðnum í Madrid.