Schumacher letur pening til spælarakeyp

Í Køln hava tey sett sær sum mál, at Lukas Podolski skal aftur til FC Køln, tá hetta kappingarárið er liðugt. Men tað skal nógv til í hesum døgum, fyri at útvega tær umleið 70 miljónir krónurnar, sum Bayern Munchen krevur, fyri at lata spælaran sleppa aftur til Køln

 

Tey eru fólk í Køln byrjaði uppá at savna pening inn, fyri at stuðla keypinum. Fyrrverandi heimsmeistarin í Formel 1, Michael Schumacher hevur nú eisini latið eina upphædd til FC Køln. Schumacher hevur latið 875 evrur til innsavningina. Tað er heimasíðan pixel.fc-koeln.de/ FC Köln, sum

savnar pening inn.

 

Fyri 25 evrur ber til hjá Køln-fjepparum at keypa eitt pixel av einari 40.000 pixel stórari mynd av Lukas Podolski.

 

Á heimasíðuni stendur at lesa: - Tú hevur fylgt tínum hjarta, og tað er altíð gott. Sannan liðanda kann ein ikki býta um við nakað annað. Her er høvið hjá tær at vísa øllum viðhaldsfólkum, hvat FC Køln hevur at siga fyri teg. Eg krossi fingrar fyri tær. Skrivar Michael Schumacher á heimasíðuni. Schumacher hevur keypt 35 pixel av tí 40.000 pixel stóru myndini.

 

Verður øll tann 40.000 pixel stóra myndin seld, so fær FC Køln eina miljón evrur til at keypa Lukas Podolski aftur til felagið, og er tað ein góður 1/10 av samlaða kostnaðinum, sum Bayern Munchen krevur fyri at lata Podolski sleppa aftur til Køln.