Støðan hjá Michael Schumacher er enn sera hættislig, og læknarnir boða frá, at hann berjist fyri lívinum.
Á pressufundi í morgun boðaðu læknarnir, ið hava sjeyfalda heimsmeistarin í formil 1 undir hond, at hann verður hildin í koma. Hann hevur fingið ógvisligar skaðar í høvdið, og fekk akutta heilaskurviðgerð í gjárkvøldið.
- Vit kunnu siga, at hann berjist fyri lívinum. Vit meta støðuna vera sera álvarsama, og vita enn ikki hvør endin verður, boðaði læknaliðið frá.
Tey boðaðu frá, at enn er alt ov tíðliga at meta um, hvør avleiðingin verður av hesum, um hann yvirlivir. Men tey roknaðu ikki við, at hann hevur tørv á einari skurviðgerð afturat.
Schumacher var við familjuni á skíferiu í Meribel skístaðnum, tá hann í gjáramorgunin datt og slóg høvdið í ein stein. Schumacher stóð á skí í einum sonevndum off-pist øki, har bert royndir skíarar sleppa at skía.
Hann varð flogin við tyrlu til sjúkrahúsið í Moutiers, men bleiv skjótt fluttur til eitt størri sjúkrahús í Grenoble.
Michael Schumacher var í hjálmi tá óhappið hendi, og er ein royndur skíari og læknarnir vóru púra greiðir, tá talan var um hjálmin.
- Uttan hjálmin hevði hann ikki verið her nú, segði umboðið fyri læknaliðið.