Eygleiðarar vóru á einum máli um, at tað var politiskt sjálvmorð, tá Gerhard Schröder í summar gjørdi av at skriva út nýval í úrtíð, og tær fyrstu meiningakanningarnar vístu eisini týðiliga, at veljararnir fóru at geva honum og sosialdemokratiska flokkinum ein dyggan frammaná.
Nakrir fáir eygleiðarar ávaraðu um, at kanslarin hevur serlig evni til at menna seg, tá á stendur, og okkurt bendir á, at hetta er so. Nú vísa kanningar, at munurin ímillum sosialdemokratarnar og teir kristiligu demokratarnar er minkaður, og stendur hendan gongdin við tann næsta mánaðin, kann tað væl hugsast, at Schrøder hóast alt verður sitandi í kanslaraembætinum.
Sosialdemokratarnir hava víst á, at kanslaraevnið hjá teimum kristiligu demokratunum, Angela Mærkel, hevur ikki tær neyðugu royndirnar ella tað neyðuga dirvið til at leiða Týskland. Hesum munnu teir flestu veljararnir taka undir við, tí kanningar vísa greitt, at bleiv kanslarin valdur beinleiðis, hevði Schröder vunnið stórt.
Báðir partar hava innanhýsis trupulleikar at dragast við. Schröder er í øðini inn á tríggjar ráðharrar, sum hava skotið upp, at sosialdemokratarnir og teir kristiligu demokratarnir eiga at skipa samgongu-stjórn aftan á valið. Ikki talan um, sigur kanslarin. Hansara mótvalevni hevur eisini sítt at stríðast við. Eitt nú hevur eitt uppsskot hjá hennara egnu um at hækka meirvirðisgjaldið fingið veljararnar at venda flokkinum bakið, og nógvir eysturtýskarar eru í øðini um, at valevni hjá kristiligu demokratunum geva kommunismuni í DDR skyldina av harðskapinum og kriminalitetinum har eysturi í landinum.
Sjálv hevur Angela Mærkel ein stóran trupulleika. Á sjónvarpsskíggjanum hevur hon ongan møguleika at kappast við Schröder, og tað hevur týdning í einum valstríði, skrivar DPA.