Leiðarar í Týsklandi, Frankaríki og Italia, sum áður hava verið lagdir undir at vera drálandi við at stuðla Ukraina, hava í dag á vitjan í Kyiv lovað, at meira hernaðarlig útgerð er á veg.
Umframt at lova, at tey vilja stuðla, at Ukraina fær ES limaskap, so sigur samveldiskanslarin Olaf Scholz, at Týskland er til reiðar at stuðla Ukraina enn meira við hernaðarligari útgerð, skrivar tíðindastovan dpa.
– Vit stuðla Ukraina við veiting av vápnum. Vit vilja halda fram við at gera tað so leingi, sum tað er neyðugt, sigur hann á tíðindafundi við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zeldenskyj, við liðina.
Scholz minnir hann eisini á, at Týskland hevur tikið ímóti 800.000 ukrainum. Teir eru flýddir, eftir at Russlandi 24. februar leyp á Ukraina.
Á vitjanini hjá Scholz, Macron og italski forsætisráðharranum, Mario Draghi, og rumenska forsetanum, Klaus Johannis, fór loftávaringarskipanin í ljóða í ukrainska høvuðsstaðnum.
Eins og Scholz váttaðu hinir leiðararnir úr stóru ES londunum, at teir eru til reiðar at halda fram við hernaðarligu hjálpini til Ukraina.
Í dag vóru framvegis harðir bardagar í Sjeverodontsk. Býurin liggur í tí økinum av eystara Ukraina, sum verður rópt Donbas. Men býurin er enn ikki yvirtkin av russiskum deildum.
Umborð fyri stjórnina í Kyiv siga, at Ukraina framvegis tørvar framkomin og langtrøkkandi vápn. Tey eru neyðug fyri at kunna steðga russisku framgongdini. Nøkur av hesum vápnum eru ávegis úr USA.
Týska verjumálaráðfrúan, Christine Lambrecht, váttaði í dag, at stjórnin í Berlin fer at senda framkomna rakettútgerð, Mars II, til Ukraina. Eitt slag av vápnum sum Ukraina hevur biðið um.
Tey verða latin í juli ella í august, segði hon.
/ritzau/Reuters