Enski miðvallarin hjá Manchester United Paul Scholes er farin at venja aftur. Scholes hevur ikki spælt síðani millum jóla og nýggjárs, tí hann hevur havt ein eygnaskaða. Sjónin hevur ikki verið, sum hon skal í øðrum eyganum, og tað er hon framvegis ikki. Men Scholes hevur nú tað betri í eyganum, og hóast annað eygað sær eitt sindur óklárt, er hann farin at venja aftur. Scholes ætlar sær at verða klárur, tá ið Premier League byrjar aftur í august.