Scholes sigur nei

Meðan David Beckham er avsettur av nýggja enska landsliðsvenjaranum Steve McLaren, hevur McLaren verið á knøunum fyri at fáa miðvallarspælaran Paul Scholes aftur á landsliðið. Scholes er millum mest týðandi spælararnar hjá Manchester United, og hann gavst at spæla fyri enska landsliðið eftir EM í 2004.
- Eg spurdi Scholes í summar, og eg spurdi hann aftur í síðstu viku, men hann hevur sagt nei báðar ferðir, sigur McLaren við BBC.Hóast Scholes hevur sagt nei takk til landsliðið tvær ferðir í ár, sigur McLaren, at hurðin framhaldandi stendur víðopin fyri Scholes.