Bert 16 minuttir vóru farnir av dystinum millum AaB og Manchester United, tá Paul Scholes noyddist at fara av vøllinum. Talan var um liðbandsskaða í knænum, og venjarin hjá europisku meistarunum, Sir Alex Ferguson, óttast, at talan verður um drúgvan steðg. – Vit vita enn ikki, hvussu álvarsligur skaðin er, men talan er um liðbandsskaða í knænum, og so mugu vit síggja, hvussu hetta spælir av.