Schmeichel verður

Peter Schmeichel hevur nú alment boðað frá, at hann ongar ætlanir hevur um at sleppa Hvidovre upp á fjall

 

Danmark


Hetta sigur hann, nú fjølmiðlarnir í einar tvær vikur hava gitt dúgliga um, hvar framtíðin hjá metmanninum á danska landsliðnum fór at verða.

Schmeichel keypti fyri hálvum øðrum ári síðani partapeningin í Hvidovre, har hann eisini hevur spæl sjálvur, og útmeldingarnar eftir keypið´vóru greiðar. Felagið skal aftur fram í oddin í donskum fótbólti, og umfatandi broytingar vórðu eisini gjørdar. Jan Sørensen varð knýttur at felagnum sum manager, og fleiri leikarar vórðu eisini fingnir til vega. Millum hesar var føroyski landsliðsleikarin, Óli Johannesen.

Fyrsta árið var tó eitt vónbrot úrslitaliga, tí Hvidovre rakk ikki meira enn einum 10. plássi. Kanska hevur hetta eisini verið viðvirkandi til at seta ferð á gitingarnar um framtíðina hjá Schmeichel, sum í fjølmiðlunum m.a. hevur verið settur í samband við bæði Brøndby og Manchester United.

Á heimasíðuni, www.onside.dk, sigur Schmeichel tó nú, at hann heldur á fram við ætlanum sínum í Hvidovre, og at hann annars gleðir seg til eina langa summarfrítíð.