Schmeichel vaksin úr skugganum hjá pápanum

Peter Schmeichel er fegin og stoltur um menningina hjá soninum, Kasper Schmeichel

Í útsjónd líkjast teir nógv, og teir hava valt sama livibreyð, pápin Peter Schmeichel, og sonurin Kasper Schmeichel.

 

Peter Schmeichel er søguliga sæð besti málverjin hjá Manchester United nakrantíð, um enn nógv góð orð kunnu sigast um Edwin van den Sar, Alex Stephney og Gary Bailey, og teirra avrik. Við danska landsliðnum framdi Peter Schmeichel eisini nógv avrik, umframt, at hann vann nógv heiti við Brøndby og við Sporting Lissabon.

 

Hjá Kasper Schmeichel hevur trupuleikin tó altíð verið, at hann skal samanberast við pápan, men sum Kasper Schmeichel hevur vart málið hjá Leicester City hetta kappingarárið í Premier League, er eingin ivi um, at hann væl og virðiliga er vaksin úr skugganum hjá legendariska pápanum, ið á sinni varð valdur at verða heimsins besti málverji.

 

Eingin er meiri fegin, enn júst stolti pápin, Peter Schmeichel. Og pápin sparir ikki uppá rósandi orðini í samrøðu í sending hjá Premier League World: - Spyrt tú meg, so haldi eg, at Kasper er heimsins besti málverji, sigur eldri Schmeichel uttan at blunka. - Eg og Kasper hava frá byrjan havt eina greiða avtalu um, at eg eri pápi hansara, og ikki ráðgevi hansara, undirstrikar Peter Schmeichel í samrøðuni.

 

Høvuðsvenjarin hjá Leicester City, Nigel Pearson fer enn longur enn Peter Schmeichel. Við enska blaðið "Mirror" sigur Nigel Pearson, at Kasper Schmeichel eigur nú at verða virdur kring heimin, sum hin størri og meira víðagitni Schmeichel.

 

Kasper Schmeichel hevur hildið málið reint í trimum av fýra teimum seinastu dystunum í Premier League, og hevur verið ein av høvuðsorsøkunum til, at Leicester City hevur bjargað sær plássið í Premier League komandi kappingarár. Og tí er ikki so løgið, at Nigel Pearson heldur nógv um danska landsliðsmálverjan. 

 

Men nú byrja fólk at røra uppá seg í Manchester United. Sannlíkt er, at David de Gea fer heimaftur til Spania at leika við Real Madrid, og í Manchester United, og rundan um felagið verður tosað um, at Kasper Schmeichel er 28 ára gamal nú. Peter Schmeichel varð 28 ára gamal, tá hann gjørdist málverji hjá Manchester United í 1991, og tí halda summi á Old Trafford, at um David de Gea fer, so er tíðin búgvin at byrja eitt nýtt Schmeichel-tíðarskeið á Old Trafford.