Fleiri feløg eru annars áhugað í at fáa hendur í evnaríka danska málverjanum, men eingin tykist at vera sinnaður at rinda tað upphædd, Manchester City krevur fyri Kasper Schmeichel. Kasper Schmeichel er danskur U21 málverji, og hevur fyri langari tíð síðani gjørt greitt, at hann ikki ynskir at sita á beinkinum. Okkurt bendir tó á, at hann kemur at gera tað í eina tíð aftrat, tí danski málverjin longdi sáttmála sín við enska felagið til 2011 farna kappingarár.