Schmeichel: Sigur størri týdning enn at halda nullið

Eftir átta dystir uttan at lata mál inn í HM undandystunum setti danski málmaðurin Kasper Schmeichel orð á føroyska málið.

 

Danski landsliðsmálmaðurin Kasper Schmeichel var í øðini minuttirnar eftir føroyska málið í Parkini. Lagið er kortini frægari nú. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Kasper Schmeichel var í øðini, tá Føroyar skoraði fyrsta málið, sum er farið inn hjá Danmark.

 

Men lagið var tó eitt sindur frægari á tíðindafundinum í Glasgow í dag, har Skotland og Danmark spæla seinasta dystin í hesum HM undanumfarinum.

 

Schmeichel var skjótur at gloyma føroyska málið.

 

– Eftir dystin gekk líka ein minuttur, og so hugsaði eg um, at vit høvdu vunnið. Málið sat ikki leingi í mær. Tað hvarv rímuliga skjótt, segði málmaðurin.

 

Men níggju sigrar í níggju HM undandystum og atgongd til endaspælið í Qatar er eisini nógv at fegnast um.

 

Men smálutirnir sum at lata eitt mál inn merkir kortini nakað fyri Schmeichel.

 

– Tað snýr seg um ærusjúku. Tað er ikki okkara uppgáva at lata mál inn. Tá tað ikki júst riggar, so er tað sjálvandi irriterandi.

 

– Tað snýr seg um teir standardir, vit hava sett okkum sjálvum. Vit fingu eina ávaring, beint áðrenn føroyingar skoraðu. So tað var ørkymlandi. Men vit vunnu dystin, og tað er altíð tað, sum hevur størsta týdning.

 

– Clean sheet er ikki tað, sum hevur størst týdning, men tað er gott at fáa. Men sigurin hevur størri týdning, sigur Schmeichel.

 

Danmark og Skotland spæla í annaðkvøld, samstundis sum Ísrael og Føroyar spæla.

 

/ritzau/

 

 

 

Danski landsliðsmálmaðurin Kasper Schmeichel var í øðini minuttirnar eftir føroyska málið í Parkini. Lagið er kortini frægari nú. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix