Schleck tikin fyri doping

Fränk Schleck, sum í løtuni er á einum 12. plássi í Tour de France, er tikin fyri doping. Hesum boðar altjóða súkkusamgongan, UCI, frá í kvøld.

 

Dopingroyndina lat hann inn eftir 13. teinin í ársins útgávu av Tour de France, og í hesi royndini bleiv evnið zipamid funnið. Lið hansara, Radioshack-Nissan, tekur nú avleiðingarnar av positivu dopingroyndini.

 

- Tað einasta, sum vit kunnu gera, er at taka við hesum, sum UCI hevur sent okkum, og tískil draga vit Fränk Schleck úr kappingini. Hetta er fyri at sleppa undan trupulleikum á liðnum. Vit vilja hvørki skapa trupulleikar fyri kappingina ella fyri liðið, sigur tíðindatalsmaðurin hjá Radioshack-Nissan, Phillippe Maertens, við sporten.dk.

 

Fränk Schleck hevur verið ein av leiðandi súkklarunum hjá liði sínum í Tour de France, eftir at lítlibeiggi hanara, Andy, ikki er við vegna skaða. Fränk Schleck er áður lagdur undir doping eftir at hann hevur havt samband við doping-læknan, Eufamiano Fuentes, men hann slapp óskalaður og vildi vera við, at Fuentes einans legði honum eina venjingarætlan tilrættis.