Schengen virkar væl

Løgreglan á flogvøllinum letur væl at nýggju passeftirlitsskipanini, sum er komin í sambandi við, at Føroyar hava gjørt av at vera við í Schengen samstarvinum

 

Øll ferðafólk við flogrutuni hjá Atlantsflog úr Aberdeen skulu vísa pass, tá tey koma í land á flogvøllinum í Vágum.

Hetta er ein av avleiðingunum av, at Føroyar eru farnar upp í Schengen samstarvið.

Í Schengen samstarvinum er ein passeftirlitsskipan, sum kallast SIS skipanin ella Schengen Information System. Hetta er ein telduskipan, sum øll londini í Schengen samstavinum eru knýtt at. Og í hesi telduskipan verða fólk skrásett, sum hava framt brotsverk ella eru útvíst úr einum landi.

Hendan telduskipan er eisini sett upp í passeftirlitsbúrinum á flogvøllinum í Vágum.

Øll londini, sum Føroyar hava flogsamband við, uttan Stóra Bretland eru við í passskipanini í Schengen samstarvinum. Tí er ikki neyðugt við passeftirliti, tá flogførini úr Danmark, Íslandi og Noreg lenda í Vágum.

Men tá flogfarið hjá Atlantsflog setir seg í Vágum, krevur Schengen skipanin neyvt passeftirlit. Øll skulu kannast - eisini føroyingarnir.

Sosialurin var á flogvøllinum, tá flogfarið hjá Atlantsflog kom úr Aberdeen sunnukvøldið. Tá vóru bert føroyingar við, og tí var einans neyðugt at vísa løgregluni passini, so tey kundu eyðmerkjast.

Men mánadagin stóð skipanin sína roynd. Tá var eitt ferðafólk úr Ný Sælandi við í flogfarinum úr Aberdeen. Hesin var noyddur at lata løgregluni passið, so løgreglan kundi kannað efir í telduskipanini, um talan var um ein, sum hevði forbrotið seg ella var útvístur úr einum Schengen landi. Løgreglan kannaði passnummarið í SIS dátugrunninum, men kom til ta úrslit, at talan var um ein lógligan borgara úr Ný Sælandi, sum væl kundi sleppa inn í Schengen økið.

Tá bretar koma beinleiðis til Føroya, skulu teir bert eyðmerkjast, eins og føroyingarnir. Hetta kemst av, at Bretland er við í Schengen, men ikki í sjálvari pass eftirlitsskipanini.

Løgreglan á flogvøllinum er væl nøgd við skipanina. Hon hevur ikki serligar eyka arbeiðsbyrðar við sær, av tí, at einki eftirlit krevst á rutunum frá Danmark, íslandi og Noreg.