Scandinavian Custom Show 2010

Um vikuskiftið var framsýningin Scandinavian Custom Show 2010 í Bella Centrinum í Keypmannahavn.

Talan er um eina framsýning við teimum flottast umbygdu bilunum og motorsúkklunum í Norðurlondum. Akførini komu úr Danmark, Svøríki, Norra og Finnlandi. Yvir 500 megaflott akfør vórðu sýnd fram á einum øki upp á 20.000 fermetrar í Bella Centrinum.


Scandinavian Custom Show er ein rættuliga sermerkt framsýning. Flott design, flottar lakkeringar og motivlakkering, og megafeit ljóðanlegg sum settu sín serliga dám á framsýningina.