Ísbarr á bókasavninum

Tað eru fleiri tilboð og møguleikar í nýggju hølunum hjá Býarbókasavninum. Ísbarr, bókasavn, sjálvavgreiðsla og telducafé eru partur av tilboðnum. Síðan kommunan keypti húsini, sum Býarbókasavnið húsast í, hevur miðvíst verið

arbeitt við at gera niðurslitnu húsini meira tíðarhóskandi. Nú niðasta hæddin er

gjørd verður arbeitt víðari í erva.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking, at endamálið er at skapa eitt aktivt umhvørvi í gongugøtuni, og við hesum verður tænastustøðið munandi hækkað við fleiri tilboðum, nú bókasavnið letur upp út móti gongugøtuni, og

sjálvavgreiðsla, telducafé, hot spot og ísbarr tilsamans veita nøkur einastandandi

tilboð til allar aldursbólkar. Tað tráleysa netið, sum er á bókasavninum, krevur

ikki kotu og røkkur tó ikki út um hølini í veghædd.

Í dag letur Býarbókasavnið dyrnar uppaftur út móti gongugøtuni. Móttøka verður klokkan 15.00.