Komandi vikuna fara tríggjar føroyskar gentur at taka lut í stora Special Olympics Festivalinum á Rhodos. Tær tríggjar genturnar eru Durita Strøm, Rannvá Strøm og Apolonia Justesen. Allir tríggjar verða tær við í svimjikappingum, og allar skulu tær royna seg í tveimum kappingum. Til tess at fyrireika seg til stóru kappingina hava Durita, Rannvá og Apolonia vant upp til fimm ferðir um vikuna í langa tíð, og tískil skuldu tær verið rættuliga væl fyri.
Í tíðindaskrivi frá ÍSB verður sagt, at stóri festivalurin á Rhodos byggir á evnið "at læra gjøgnum ítrótt", og sagt verður, at vertstjóðin, Grikkaland, ger nógv burtur úr at upplýsa um viðurkenning av tí einstaka og vinarlag tvørtur um mørk. Okkurt um 1300 menningartarnaði ítróttarfólk úr 48 lond taka lut í stóra festivalinum, og kappast verður bæði innan kurvabólt, svimjing og súkkling.