Savnsrøktin er prinsippmál, ikki pengamál

- Tá ið landsmyndugleikarnir leggja út við at siga, at lands- og kommunaluppgávur skulu haldast hvør sær, ber ikki til samstundis at fløkja viðurskiftini sum við semjuni um savnsrøktina, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, ið enn stendur fast við avgerðina um ikki at rinda fyri savnsrøktina

SAVNSRØKTIN

Hóast semja varð undirskrivað í farnu viku um savnsrøktina og serstovur og amboð, sum nógvir hundrað næmingar brúka, aftur eru komin undir kønar hendur, er síðsta orðið ikki sagt enn í hesum málinum. Eina kommunan, Tvøroyrar kommunu, sum er limur í Kommunusamskipan Føroya, tvíheldur eins og Føroya Kommunufelag framvegis um prinsippið, at landið skal rinda fyri savnsrøktina í fólkaskúlanum. Kommunan fylgir sostatt ikki hinum stóru kommununum, sum eru gingnar við til at rinda fyri helmingin av tí, savnsrøktin kostar.
- Vit sleppa okkum als ikki undan ábyrgdini, sum forkvinnan í Føroya Lærarafelag við vera við. Men vit halda fast við prinsippið sum er, at landið eigur ikki at blanda uppgávurnar millum land og kommunur samstundis, sum tað roynir at fáa greiðar linjur millum hesi. Tað er ikki upphæddin, sum savnsrøktin kostar, sum vit hefta okkum við, men sjálvt prinsippið at halda viðurskiftini atskilt, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.
Meðan savnsrøktin hevur verið á skránni farnu mánaðirnar, hevur Føroya Lærarafelag ført fram, at tað heldur seg til eitt álit, sum varð skrivað um málið fyri tveimum árum síðani, og sum avvarðandi myndugleikar vóru við til at skriva. Eisini Kommunusamskipanin. Men sambært Finnleifi Guttesen er gingið burtur frá tilmælunum, sum álitið legði upp til, nevniliga, at kommunurnar eiga at rinda fyri savnsrøktina alla sum hon er.
- Landsmyndugleikarnir kunnu ikki ynskja greiðar linjur millum land og kommunu, samstundis sum teir eru við til at fløkja tær. Í mínum hugaheimi er loysnin einføld og hon er, at landið ber allar útreiðslurnar av savnsrøktini.
Spurdur um tað ikki hevði verið skilagott at víkt frá hesum, tá ið landið er gingið við til at gjalda fyri helmingin av tí, savnsrøktin kostar, sigur Finnleif Guttesen, at tað ber ikki til út frá prinsippinum.
- Skilji væl, at lærarin krevur samsýning fyri at røkja søvnini, men vit eru sannførd um, at hetta er ein landsuppgáva, tá ið landið eigur lærararnar. At áleggja kommununum uppgávur uttan at pengarnir fylgja við, er ikki rætt, og hetta er ikki einasta dømið, sigur Finnleif Guttesen, sum sostatt hellir til sjónarmiðið hjá Føroya Kommunufelag, sum tvíheldur um tað sama.
Hvussu støðan er á skúlanum á Tvøroyri, hava vit ikki fingið innlit í, men sambært Finnleifi Guttesen er støðan ikki so ring.
- Eg fari at kanna, hvussu vit fáa serstovurnar at virka aftur, møguliga at bjóða handverkara uppgávuna. At røkja serstovurnar er í grundini ikki ein lærarauppgáva sum so. Málið skal í øllum førum loysast so ella so í næstu framtíð.