Harriet Hansen, virkjandi stjóri á Sernámdeplinum, heldur, at tað eru fyrimunir við at seta á stovn fleiri serstovur sum ta í Venjingarskúlanum, har tú savnar næmingar, sum hava sama trupulleika, eyðkenni ella brek, í eitt tilboð. Savna vit næmingarnar, fáa vit uppbygd nakrar royndir og kunnu lættari arbeiða við eini námsfrøði, heldur hon, sambært Skúlablaðnum.
- Vandin við, at sertilboðini eru so spjødd, er, at tær góðu og tær minni góðu royndirnar verða ikki savnaðar, og fólk vita ikki av hvør øðrum, tí einki er samskipað. Eg ivist ikki í, at orkan, sum alla staðni er avmarkað, hevði verið brúkt skilabetri, vóru tilboðini savnað, sigur Harriet Hansen.
Olaus Jespersen, deildarstjóri á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, er ikki ósamdur við Harriet Hansen.
- Vit hava sett hol á arbeiðið at samskipa økið betur. Tað er ógvuliga spjatt, og tað eru nógvir ymiskir serfrøðingabólkar uppií. Hetta er eitt arbeiðið, sum er sera umfatandi, og tað tekur tíð at skipa tað, sigur Olaus Jespersen á skulabladid.fo.










