Óhugnaligu myndirnar og frásagnirnar úr vanlukkurakta Haiti ávirka okkum øll, vaksin sum børn.
Ein dagin fingu fýra dreingir, Jógvan, Sverri, Ragnar og Bogi, sum ganga í 7. A á Venjingarskúlanum í Havn hugskotið at fara at savna inn pening til Haiti.
Teir skuldu gera ein kassa í træsmíð, og so funnu teir uppá at gera kassan til ein grís.
Tríggjar teir seinastu dagarnar hava teir gingið runt á Venjingarskúlanum og biðið um stuðul frá lærarum, og teir vóru eisini á Læraraskúlanum.
Inn komu 1629 krónur, og tað eru teir væl nøgdir við.
Við tí ljósareyða grísinum fóru teir í morgun til Reyða Kross at handa peningin. Á grísinum stóð Ljósareyði krossur, og hvat savnað varð inn til.
Dreingirnar siga, at tey í skúlanum hava hoyrt nakað um støðuna í Haiti, men teir hava eisini frætt um vanlukkuna gjøgnum sjónvarp, útvarp og bløðini um støðuna.
- Hatta er jú ringasta náttúruvanlukka í nýggjari tið, siga teir.
Teir fylgja væl við í tíðundunum og hoyra dagliga um, hvar í heiminum stendur illa til. Men teir halda ikki, at støðan í Afrika ávirkar líka so nógv sum henda vanlukkan, tí tá ein vanlukka hendir so knappliga, gevur tað størri hvøkk, enn tá ið illa stendur leingi til í einum landi.