Á býráðsfundinum hóskvøldið 11. desember 2014 samtykti býráðið einmælt at taka undir við skipanaruppskotinum fyri bygging av nýggjum, samanløgdum skúla í Klaksvík.
Fjøltáttaðir undirvísingarmøguleikar
- Við hesum fáa vit ein framúr vakran og arbeiðsligan skúla, sum vit øll í kommununi kunnu vera errin av, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Les eisini Hetta kunnu vit øll vera stolt av
- Hesin skúlin fer at lúka øll krøv, sum nútíðin setir, har vit bæði byggja til nútíð og framtíð, og har latið verður upp fyri at skipa undirvísingina á ymsan hátt.
Nýggir møguleikar
- Tá ið avgerðin um ein skúla fyrilá, lat hetta upp fyri at savna skúlaskapin í Klaksvík í eina samanrunna skúlaheild, og tað er júst tað, sum nú fyriliggur í hesum skipanaruppskotinum, sum eitt einmælt býráð tók undir við hóskvøldið, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung.
- Henda samanbygging letur upp fyri nýggjum møguleikum og nýggjum hugsunarhátti, har vit nú hava skapt eitt grundarlag fyri góðum og nútímans umstøðum til matarhøll, bókasavn, amfi-pall til leiklist og tónleik v.m., skúlakøk. serøki o.s.fr.
- Samanlagdi skúlin verður skipaður í grunddeild, miðdeild og framhaldsdeild, har tær nýggju stovurnar verða rúmligari enn tað, vit higartil hava havt. Og sjálvsagt eru eisini tey við serligum avbjóðingum ein partur av hesari skúlabygging, staðfestir trivnaðarnevndarformaðurin.
Breið undirtøka
- Hetta málið vísir, hvussu nógv vit kunnu fáa burturúr við at lyfta í felag við allar partar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
- Heilt frá byrjan í hesari tilgongdini løgdu vit okkum eftir, at avgerðin um skúlabygnaðin skuldi byggja á eina fólkaræðisliga tilgongd, har allir viðkomandi partar fingu høvi at siga sína hugsan.
- Eisini hava vit í hesum máli havt eitt sera gott samstarv við Mentamálaráðið, sum er okkara yvirskipaði skúlamyndugleiki við servitan innan hetta málsøkið, og tað vil eg fegin takka teimum fyri.
- Vit fegnast um ta breiðu undirtøku, sum hetta týðandi málið eisini fekk á býráðsfundinum hóskvøldið, har býráðið einmælt samtykti skipanaruppskotið, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Kunna um verkætlanina
- Ein stór tøkk skal fara til limirnar í byggibólkinum, býráðsumsitingina og Fuglark fyri teirra nærlagni og virkisfýsni í hesum arbeiði sigur Jóhann Lützen, sum eisini er formaður í byggibólkinum.
- Fyrst í komandi viku fara vit at leggja samtykta skipanaruppskotið fram fyri stýri, leiðslu, lærarar og starvsfólk innan skúlaverkið, og síðani verður eisini kunnað alment um hesa stóru og týdningarmiklu verkætlan
- Heilt frá byrjan settu vit okkum fyri, at byrjast skuldi upp á byggiarbeiðið seint í hesum árinum, og ætlanin er nú í komandi viku at gera eina almenna staðfesting av hesari skúlabygging við at seta fyrsta spakan í arbeiðið við skúlagarði.
- Samstundis verður arbeitt víðari við at fyrireika byggingina av bygningunum, har byggiarbeiðið eftir løgdu tíðarætlanini byrjar í komandi ári.