Savna skúlasøgu í myndum

Kvívíkar kommuna ynskir at savna inn myndatilfar, nú skúlin í bygdini hevur 40 ár á baki.

Í samband við, at Kvívíkar skúli fyllir 40 ár í ár, verður skipað fyri einum tiltaki í skúlanum leygardagin 17. september.

 

Kvívíkar kommuna ynskir at fáa myndir av ymiskum, sum hevur verið í skúlanum seinastu 40 árini. Myndirnar verða síðan vístar á skíggjum í skúlanum í sambandi við føðingardagin.

 

- 
Ynskiligt er, at fólk, sum lata myndir, skriva nøvnini á persónum, sum eru á myndini, aftan fyri á hvørja einstaka mynd, og nær á leið myndin er tikin. 


 

Lagt verður aftrat, at tá myndirnar eru komnar, verða tær avmyndaðar og sendar aftur. Fólk eru eisini vælkomin at senda myndir talgildar á teldupost kvivik(at)kvivik.fo 

 

- Um fólk senda bræv, skal brævbjálvan merkjast við navni og bústaði, so kommunan kann senda myndirnar aftur.  


 

Kvívíkar kommuna ynskir, at myndirnar eru kommununi í hendi í seinasta lagi 15. august 2016.