Savnað ráðgeving

Íverksetan: Arbeitt verður við at fyrireika eina samskipan av virkseminum hjá Menningarstovuni og Ferðaráð Føroya.
Strategibólkurin fyri íverksetan heldur, at hesir stovnar ofta hava somu endamál, og tí verður kannað, hvussu stovnarnir kunnu samansjóðast, soleiðis at vit fáa eitt framsøkið umhvørvi. Á henda hátt metir bólkurin, at bæði tað almenna og vinnulívið, sum hesir báðir stovnar eru ætlaðir at menna, kunnu fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum hesir stovnar ráða yvir.
Nýggi vinnuframastovnurin fer at hava eitt fjøltáttað samstarv við nógvar ymiskar partar, eitt nú vinnusamskipanir, einstakar fyritøkur, íverksetarar, ymisku stjórnarráðini og stovnar teirra.