Savna plastikk úr havinum til endurnýtslu

Í næstum kemur belgíska fyritøkan Ecover á marknaðin við pakkitilfari, sum lutvíst er gjørt um plastikki, sum er tikið upp av sjónum.

Mett verður, at í norðara parti av Kyrrahavinum enda umleið 24.000 tons av plastikki í maganum á fiski og ymsum havdjórum. Fyri at gera eina samanbering kann verða nevnt, at 24.000 tons svarar til umleið 480 milliónir sodavtntsfløskur, sum taka tveir litrar.

 

Ein talsmaður hjá Encover sigur við fjølmiðlarnar, at plastikk á sjónum er ein ovurstórur trupulleiki, og at á hvørjum ári doyggja minst ein millión sjófuglar og næstan 100.000 skjaldbøkur, hávar og hvalir eftir at hava etið plastikk, sum flýtur á sjónum.

 

Belgiska fyritøkan hevur í seinastuni arbeitt við at gera pakkitilfar úr endurnýttum plastikki. Fyritøkan ásannar, at enn eru bara 10 prosent av tilfarinum til pakkitilfarið plastikk, sum er tikið upp á sjónum, men vónar, at hesin parturin verður størri í komandi árum. 

 

Í Bretlandi meta myndugleikarnir, at 60 prosent av óruddinum, sum rekur upp á land har, er plastikk.