Savna pening til krígsrakt í Ukraina

Leygardagin 24. Februar, skipa ukrainar í Føroyum fyri mentanarligum tiltaki fyri at minna á ta sorg og oyðileggingarnar ið standast av kríggi

Ukrainska listakvinnan Albina Kokina, sýnir fram sínar málningar, og uppboðssøla verður av málningum hennara. Innkomni peningurin fer óskerdur til at stuðla fólkið í Ukraina, ið tørva lívbjargandi heilivág og fyrstihjálparútgerð á hermaðarmótunum.

 

Øll eru vælkomin til ein seinrapart við málningaframsýning, upplestri, tónleiki og verkstovu saman við listakvinnuni.

 

Vit bjóða ein góðan drekkamunn við Ukrainskum køkum.

 

Tiltakið verður í Perluni 24. februar kl 15.00