Serbar í Føroyum, sum hava tikið stig til at hjálpa sínum landsmonnum í Serbia eftir álvarsomu vatnflóðina, sum hevur gjørt fleiri enn 20.000 fólk heimleys, hava nú tikið stig til at savna pengar umvegis smstænasturnar hjá Føroya Tele og Vodafone.
– Pengarnir sum koma inn fara óskerdir beinleiðis til hjálpararbeiði undir serbisku stjórnini sigur Andrija Ilic, serbi í Føroyum, sum er ein av stigtakarunum.
Tey, ið soleiðis vilja hjálpa, skulu senda ein sms til telefonnummarið »1910« og skriva "serbia". Nógv fólk eru komin illa fyri í Serbia, tí tey hava mist hús og heim og allar ognarlutir.
– Tað er tí, at vit, nakrir serbar í Føroyum, eru farin undir at savna saman til hjálpa landsmonnum okkara í Serbia, sigur Andrija Ilic.
Ein bingja við neyðhjálp, so sum klæðum og øðrum, verður sent til Serbia í vikuni.
Serbarnir í Føroyum fegnast eisini um stóru gávuna frá landsstýrinum upp á 250.000 krónur.










