Savna partapening í Fuglafirði

Fyrireikingarnar til at byggja nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði eru komnar inn í avgerandi tíðarskeiðið. Endalig avgerð fellur innan tvær vikur

At kalla allar lokalu fyritøkurnar í Fuglafirði eru bodnar at seta partapening í, nú fyrireikingarnar til at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki í býnum eru komnar inn í sítt avgerandi tíðarskeið.

 

Eisini eru arbeiðarafeløgini í býnum boðin við. Á eykaaðalfundi leygardagin fer Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag at taka støðu til, um tey skulu tekna partapening.

 

Talan er eisini um nógvar pengar, sum skulu reisast. Sambært keldum hjá in.fo fer virkið at tátta í 200 milliónir krónur, tá tað stendur liðugt. Og neyðugt er við útvið einum triðingi av íløguni í partapeningi.

 

Fyrr enn partapeningurin er komin uppá pláss ber heldur ikki til at fáa fíggingina endaliga upp á pláss.

 

Men nú skal arbeiðast skjótt, um so er at virkið skal kunna standa klárt at taka ímóti, tá vertíðin fyri makrel av álvara fer í gongd, umleið 1. juli.

 

Sambært keldum hjá in.fo verður tað tí innan fyri næstu tvær vikurnar, at endalig avgerð verður tikin um, hvørt eitt nýtt uppsjóvarvirki verður egg ella ungi. Í hvussu er í ár.

 

Tað er ein fortreyt fyri verkætlanina, at virkið fær hesa vertíðina við í ár.

 

Eftir ætlan skal nýggja uppsjóvarvirkið standa á havnalagnum Norði á Enni í Fuglafirði, á økinum har Bergfrost hevur sínar frystigoymslur.

 

Enn er eingin formlig umsókn send Fuglafjarðar Kommunu. Men við in.fo 25. desember segði Sonni á Horni, borgarstjóri, at ein slík umsókn verður møtt við vælvild og avgreidd skjótt.

 

Les eisini: Fyrireika uppsjóvarvirki í Fuglafirði

 

Ein týðandi aktørur í ætlanini at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði er Havsbrún, sum er partur av Bakkafrost samtakinum. Eisini eru partar av uppsjóvarvinnuni við í ætlanini, teirra millum lokala reiðaríið Framherji, sum eigur uppsjóvarskipið Fagraberg.

 

Men sum in.fo skilir eru flest øll vinnuvirki í Fuglafirði bjóðað upp í ætlanina og skulu næstu dagarnar taka endaliga støðu til, um tey vilja seta partapening í felagið, sum skal stovnast til endamálið.