Savna nú inn til Háskúlan

Føroya Fólkaháskúli skal fáa til vega 900.000 krónur sum sín part av ætlaðu umvælingini

 

 

Á heimasíðu sínari, haskulin.fo, er Føroya Fólkaháskúli nú farin í holt við landsinnsavnan til frama fyri umvælingar á skúlanum.

 

Hol eru í tekjuni á Nýggja Skúla, og tað regnar inn á kømurini. Tað lekur og gýsir í Gamla Skúla, tí vindeyguni eru so illa farin.

 

Kostnaðarmetingin hjá Landsverk sigur, at tað fer at kosta knappar 13,6 mió. kr. at umvæla Háskúlan. Mest átroðkandi umvælingarnar, tær sum mugu gerast í ár fyri at virksemi skúlans kann halda fram, koma at kosta 2.414.500 kr.

 

Fyrradagin játtaði Løgtingið 1,68 mió til umvælingarnar, og svarar hetta til 70% av salmlaða kostnaðinum. Hetta er tó treytað av, at Háskúlin sjálvur fær til vega seinastu 30% v kostnaðinum.

 

Finna vit ikki hesar pengarnar, so fáa vit heldur einki frá Landinum. So verða ongar umvælingar gjørdar, og so verður eingin Háskúli, skrivar Háskúlin á heimasíðuni.

 

- Tí skipar Føroya Fólkaháskúli fyri einari stórari Landsinnsavning, har vit heita á háskúlavinir um landið alt, um at lyfta í felag, og veita Háskúlanum eina peningagávu, oyramerkta til nýggja tekju og nýggj vindeygu. Einki er ov lítið, og alt ger mun, verður sagt av skúlanum.

 

Eisini er eitt lítið filmsklipp gjørt um støðuna, og kann hetta síggjast HER