Savna inn undirskriftir

Útlendski áhugin fyri málinum um viðurskiftini hjá teim samkyndu í Føroyum økist alsamt, og nú er ein donsk heimasíða farin at savna undirskriftir inn, har fólk, sum eru í móti diskriminatión av samkyndum skriva seg á ein lista, sum seinni verður handaður løgtinginum


Fyrr í vikuni vísti Sosialurin á, at útlendski áhugin fyri málinum, um viðurskiftini hjá teim samkyndu í Føroyum, er ovurhonds stórur. Danskir, íslendskir, norskir og týskir fjølmiðlar hava viðgjørt málið, og tað hevur skapt øsing fleiri staðni.
Stóra danska blaðið, Politiken, hevði í sunnudagsútgávu síni eina umrøðu av málinum, sum hevur fylgt føroyskar fjølmiðlar seinastu tíðina. Greinin sunnudagin var í stuttum ein samandráttur av øllum tí, sum er hent her, og samstundis byrjanin til eina greinarøð. Í týsdagsblaðnum hevur Politiken eina samrøðu við pápa Rasmus Rasmussen, Mortan Rasmussen, og henda samrøða verður so fylgd upp seinni í vikuni.
 
Umheimurin má handla
Men tað er verri enn so bara Politiken, sum hevur málið um tey samkyndu í Føroyum til viðgerðar. Fyri ein tíð síðani tók Nynne Nørup, universitetslesandi, stig til heimasíðuna www.act-against-homophobia.underskrifter.dk, har hon savnar inn undirskriftir frá fólki, sum eru í móti diskriminatión av samkyndum.
Tá blaðið fór til prentingar høvdu ikki færri enn 1600 fólk skrivað seg á listan, sum seinni verður handaður Føroya Løgtingi.
Á heimasíðuni stendur, at málið við innsavningini er at vísa, at umheimurin ikki góðtekur tað slagið av mismuni sum samkynd í Føroym líða undir. “Tað er líkamikið, um tað er í navni kristindómsins ella ikki. Tað eru nakrir borgarar í Føroyum, sum mótmæla, men tað er eisini brúk fyri, at umheimurin ger okkurt”, stendur millum annað á lesa á heimasíðuni.
 
Anders Fogh harmast
Men tað er ikki bara vanligi danin, sum ógvast og øtast um støðuna í Føroyum. Týsdagin gav danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sína persónligu meining um málið til kennar á einum tíðindafundi.
– Hatta er eitt mál fyri tað føroyska heimastýri. Formelt skal Danmark als ikki blanda seg, og tað fer Danmark heldur ikki at gera.
– Men eg vil gjarna siga mína politisku viðmerking um tað og tað er, at ógvuliga harmur um tað, eg hoyri og síggi í Føroyum. Eitthvørt samfelag hevur til ábyrgd at tryggja, at tað ikki verður gjørdur mismunur á fólki, sigur Anders Fogh Rasmussen.