Rumenia-hjálpin hjá samkomuni Immanuel er farin undir eitt nýtt tiltak fyri at savna pening inn til nýggjan bygning, sum skal nýtast í arbeiðnum at hjálpa illa støddum rumeniabúgvum.
Hjúnini Durita og David Jacobsen hava virkað sum trúboðarar í stórbýnum Timisoara í Rumenia seks tey seinastu árini. Har hava tey sett á stovn eina kristna samkomu og ein hjálparfelagsskap. Endamálið er at røkka fólkið í økinum bæði við neyðsynjarvørum og við andaligum boðskapi. Hjúnini hava fingið heiðursprógv frá borgarstjóranum fyri sítt vælgerðararbeiði. Hjálparfelagsskapurin hevur beinleiðis samband við heimini. Tey vitja heim og skriva niður, hvat teimum vantar, og tað verður síðani koyrt út til heimið.
Samkoman Immanuel hevur seinstu árini staðið fyri at savna inn klæði, skógvar, mat, húsarhaldsting, sum verður sent við bussum til Rumenia. Í 1998 fingu hjúnini 2,5 tons av hjálparvøru úr Føroyum, men í ár 2000 er nøgdin av hjálparvøru 11,5 tons. Tí hava tey tørv á einum nýggjum hølum, so tey kunnu móttaka og avgreiða ta hjálparvøru, ið kemur úr Føroyum.
Nú er samkoman farin undir at savna pening inn til nýggjan bygning. Um nóg mikið av peningi kemur inn, er ætlanin at føroyskir handverkarar sjálvbodnir gera arbeiði. Rumenia-hjálpin hevur konto bæði í Føroya Banka og í Føroya Sparikassa.