Savna hugin í vøkru náttúruni

GISTING - Áhugin fyri at gista her hjá okkum er alsamt vaksandi. Tað vísir seg, at um fólk áður bara gistu eina nátt, velja tey nú ofta at taka eina aftrat, eigarin av Gjáargarði, Eirik Suni Danielsen. - Vit kunnu í øllum førum ikki klaga.

Gjógv: Hóast tað er kuldi og kavi uttanfyri, er sesongin fyri ferðavinnu ikki at enda komin her á Gjáargarði.

Her norðuri, í friðarligum og vøkrum umhvørvi við Gjógv, leita bæði føroysk og útlendsk ferðafólk sær í hópatali, - serliga um summarið, men eisini ein kaldan kavadag í oktober mánaði.

- Ja, tað er so, sigur Eirik Suni. - Her eru fólk allatíðina. So seint sum í morgun fór ein bólkur avstað hiðani.

Starvsfólkini á Gjáargarði eru nú farin í holt við tvey ting: At gera høvuðsreint eftir summarsesongina. Og at gera sínar fyrireikingar til vinnustevnuna FAROEXPO, sum er í Runavík hesa vikuna.

- Vit skulu gera mat til okkurt av tiltøkunum harúti. So tað skal eisini fyrireikast væl og virðiliga, slær Eirik Suni fast.


2012

Eins og so nógva aðrastaðni kring heimin, merkti føroyska ferðavinnan í fjør eina niðurgongd. Men nú er vend komin í.

Á Gjáargarði kunnu tey í øllum førum ikki klaga um júst farna summarið, sum var munandi betri enn í fjør. Nú er ein nærum komin aftur á sama støði sum í 2008.

- Eg haldi, at fólk so líðandi hava funnið útav, at vit á Gjáargarði eru til, og at okkara tilboð hóskar til tørvin, bæði hjá føroyingum og útlendingum.

- Tað tekur fleiri ár at byggja eitt slíkt virksemi upp. Og eg haldi nú, at áhugin fyri okkara tilboði er bara vaksandi, vísir hann á.

Hetta kann Eirik Suni eisini staðfesta svart uppá hvítt: Komandi ár er longu væl bookað, og nógv hava eisini biðið um pláss í 2012.

- Tað vísir seg tíbetur ikki at vera nakar trupulleiki at fylla húsið um summarið.


Loys málið

Summarið er sjálvandi tíðin, tá flestu ferðafólkini leggja leiðina norður til Gjáar.

Gistingarhúsið stendur tó ikki tómt vetrarhálvuna, tá ein ístaðin hevur úr at gera við at skipa fyri skeiðum, fundum og seinni fyri jólaborðhaldum.

Tað eru sjálvandi føroyingar sum í størstan mun velja at hava skeið ella fundir sínar á hesum staði. Og tað vísir seg eisini, at fólk fáa nakað burtur úr at vera her norðuri.

Eitt av slagorðum teirra er júst hetta: “Loys málið á Gjáargarði”, og tað er ikki uttan orsøk, at tey tora at lýsa við hesum.

- Ja, eg hoyri ofta fólk siga, at eitt mál sum tekur langa tíð at avgreiða á skrivstovuni ella fyritøkuni, verður avgreitt nógv skjótari her norðuri.

- Her fáa fólk eitt gylt høvi at savna hugin um tað ítøkiliga málið, og fáa tí munandi meiri av skafti, staðfestir Eirik Suni.

Tað eru tó eisini ávísir bólkar úr útheimi sum ynskja at leggja fundir ella skeið síni við Gjógv. Hetta talið tykist vera vaksandi, helst tí at mangar fyritøkur hava roynt so mong ymisk støð í Danmark í hesum sambandi, at nú er næstan einki eftir.

- Og tað er sjálvandi einki at siga til, at tey velja henda møguleikan. Eg meini so við, - tað eru jú bert góðir tríggir tímar úr Keypmannahavn og norður til Gjáar, staðfestir Eirik Suni Danielsen.


Nógvir vegir til Gjáar

Fyri fólkið við Gjógv er tað av alstórum týdningi at kunna sleppa av bygdini og aftur til bygdina eftir loknan arbeiðsdag.

Til bygdina er vanliga koyrandi tveir vegir - annaðhvørt gjøgnum Funningsfjørð ella eftir Eiðisvegnum.

- Ja, vit eru í teirri hepnu støðuni, at ikki minni enn tveir vegir føra norður til okkara. Eg plagi at anbefala fólki at koyra higar gjøgnum Funningsfjørð um veturin, tí hann er betri hesa ársins tíð.

- Eg havi hoyrt onkran siga, at tey ikki tora aftur til Gjáar, tí vegurin skal vera so vandamikil.

- Men eg haldi kortini ikki, at nakar skal vera bangin fyri at koyra um Gjáarskarð. Teir hjá Landsverki eru óførir at rudda vegin fyri kava um veturin, so tað er eingin forðing, slær Eirik Suni fast.



Marknaðardagur í november

Hóast virksemið í Gjáargarði mest snýr seg um ferðafólk og vitjandi gestir, hendir eisini annað við ávísum millumbilum.

Leygardagin 13. november verður nevniliga ein marknaðardagur hildin, her fólk fáa møguleika at selja tað tey hava hug til. Lítið er at ivast í, at okkurt, ið hevur samband við jólini, verður at síggja við borðini.

Fleiri hava longu boðað frá luttøku, men sagt verður kortini, at enn er pláss eftir til nøkur aftrat.

Tiltakið byrjar kl. 11 um morgunin og endar kl. 19.