Savna 12 stig og koyrikortið er fokið

Íslendingar vilja ikki, at eitt hendiligt ferðsluóhapp skal vera orsøkin til, at koyrikortið stendur upp á spæl

Íslendingar hava í teirra ferðslulóg byrgt upp fyri, at hampafólk gerast brotsmenn. Har er ein stigskipan galdandi.
  Fyri brot á ferðslulógina verða givin stig, alt eftir hvussu stórt brotið er. Tá tú hevur fingið 12 stig, fellur hamarin og koyrikortið er fokið
  Stigini fella burtur, tá trý ár eru farin frá tí at, brotið varð framt.