Saviour úr Malta tekur myndir í Føroyum

39.500 fólk fylgja Saviour Mifsud á Instagram, har hann leggur føroyskar landslagsmyndir út á vangan

39.500 fólk fylgja Saviour Mifsud á Instagram, har hann leggur føroyskar landslagsmyndir út á vangan

Saviour Mifsud er úr Malta, men hann býr í Føroyum, og tað sæst aftur á landslags- og lívstílsmyndunum, hann lutar á Instagram vanga sínum. 

At hava 39.500 fylgjarar krevur, at hann er virkin, heldur vangan við líka, leggur tilfar út minst fimm ferðir um vikuna og brúkar nýggjar funkur á Instagram.

 – Instagram vangin snýr seg um at luta løtir av mínum upplivingum her í Føroyum, sigur Saviour Mifsud, sum upprunaliga stovnaði vangan fyri at vísa vinum og familju landið hann býr í.

– Fyri seks árum síðani ognaði eg mær eitt DSLR myndatól, lærdi meg at brúka tað og at viðgera myndir. Tá broyttist alt.  Fólk, sum fygja mær, dáma mína myndir, og tí verði eg meir motiveraður at fara fjallatúrar og leggja fleiri myndir út. Men størsta motiveringin er Føroyar. Landslagið her í Føroyum er ótrúliga vakurt, sigur hann.

Omanfyri eru tvær av myndunum hjá Saviour Mifsud, sum hava fingið flest hjørtu á Instagram

##med2##

##med3##

Síggj meir á  @SaviourMifsud