– Eg havi verið á landsliðnum í langa tíð, og nú ætli eg mær aftur á landsliðið. Tað er eingin ivi um, at Real Madrid er júst rætta staðið at vísa seg fram, og um eg fái spælitíð í Madrid, so eri eg vísur í at sleppa aftur á landsliðið, sigur Saviola. “Kaninin”, sum Saviola verður róptur, hevur leikt 36 landsdystir fyri Argentina og hevur skotið 11 mál.