Saviola førdi Barcelona til sigur

Saviola helt fram við síni persónligu málskjóting ímóti Alaves.

Í fyrra dystinum í sponsku steypakappingini millum liðini bæði skeyt Saviola bæði málini í 2-0 sigrinum til katalanska stórfelagið. Í gjár møttust liðini so í seinna dystinum, og hesaferð fekk Saviola enn fleiri mál. Barcelona vann dystin 3-2, og Saviola var maðurin handan øll málini. Í fyrra hálvleiki legði hann Barce á odda bæði 1-0 og 2-0. Alaves kom tó væl aftur og fekk javnað áðrenn hálvleik. Í seinna hálvleiki var Saviola aftur uppá spæl, tá hann syrgdi fyri einum 3-2 sigri til Barcelona.