Savage Rose 50 ár á palli

Komandi ár fyllir bólkurin runt, og í næstum byrjar 50 ára konsertferðin.

Komandi ár eru 50 ár síðani at danski tónleikabólkurin The Savage Rose varð stovnaður.Og í næstum byrjar bólkurin konsertferðina sum verður í samband við runda dagin.

 

Ferðin byrjar við tveimum konsertum á Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn í januar 2017.Tað var á hesum sama palli, at bólkurin átti tónleikin til uppsetingina av Dødens Triumf fyrst í sjeytítárunum. Hetta er mest fagnaði tónlekurin hjá bólkinum, um enn mangar aðrar útgávur og sangir standa sum varðar í danskari rocksøgu.

 

Tað var í 1967, at Savage Rose sá dagsins ljós, og vóru tey tá Thomas Koppel, Anders Koppel, Alex Riel, Jens Rugsted, Flemming Ostermann og Annisette Koppel.

 

Thomas og Annisette Koppel myndaðu í stóran mun bólkin, men síðani Thomas doyði í 2006, hevur Annisette einsamøll staðið á odda, umframt at hon hevur framført sum solistur ella í øðrum høpi. Hon hevur fyri ikki so langari tíð síðani vitjað á føroyskum palli, og í áttatiárunum var hon við á einum sangi á einum av útgávunum hjá Frændum.