Saunan dampar á gøtusandi

Tíðliga í morgun bleiv kynt í ovnunum í finsku saununi, sum er sett

upp á gøtusandi í samband við G! Festival, sum byrjaði í dag kl. 17.00.

Tey fyrstu at royna saununa vóru kvinnur úr øllum landinum, harímillum

morgunfrúurnar úr Vestmanna og gøtukvinnur í øllum aldri.

 

Angin av brendum bjarkaviði liggur um allan gøtusand og damp-

mjørkafløkar guva úr skørtsteinunum og leggja ein hugnaligan dám yvir

festivaløkið.

 

Saunan koyrir allan G! Festivalin til seint á kvøldi, og undir myndafrásagnir á portalinum, ber til at síggja myndir av saununi.