Klaksvík:
Nýggi Skálaberg fer at hava sauna og solarium, kondirúm og teldurúm til manningina. Eisini fer hvørt kamar at hava sjónvarp, útvarp og køliskáp.
- Hetta hava vit valt at gera, tí vit ynskja at raðfesta umstøðurnar hjá manningini hægri, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol.
Skálaberg bleiv fyri stuttum sleipaður úr Ukraine, har hann er bygdur, til Kirkenæs í Norra. Har verður so alt installerað í skipið. Og tað seinasta, sum stjórin í JFK Trol hevur frætt úr Norra er, at hann verður útflýggjaður í mei.
- Við at byggja ein nýggjan Skálaberg vil JFK Trol koma eitt stig víðari, sigur Hanus Hansen.
- Um lívi skal verða lagað innan fiskivinnuna, so noyðist ein at gera okkurt fyri at koma víðari. Og vit hava so valt at lata ein nýggjan Skálaberg byggja. Vit hava rætt til at hava tvey skip, og teimum hava vit eisini ætlanir um at halda fram við, greiðir Hanus frá. Men hann sigur eisini, at sum kvoturnar eru í dag, so er ov lítið at fiska hjá tveimum skipum.
- Men so mugu vit royna at skaffa aðrar kvotur, sigur JFK Trol stjórin og vísir samstundis á, at fiskaríið hevur verið gott í seinastuni.
Stjórin í JFK Trol sigur eisini, at framtíðarætlanir eru á borðinum í samband við nýggja Skálaberg.
- Framtíðarætlaninar eru at kunna selja stóran part av veiðuni liðugtgjørt og pakkað í portiónum beinleiðis av skipinum til handlar, sigur Hanus, sum tó samstundis ásannar, at tað er sera ringt at vita, hvussu hesar ætlanir munnu fara at eydnast.
Tað er serliga úrtøkan úr fiskinum, sum ljósið verður sett á. Hanus Hansen, sigur, at roknast kann við hægri krøvum til úrtøkuna í framtíðini, og við útgerðini sum verður umborð á nýggja Skálaberg, er hann sera bjartskygdur. Hóast útgerðin kostar eyka, so væntar hann at vinna tað innaftur.
Talan er um størri last, størri virki, størri oljugoymslu og eisini størri maskin- og frystiorku.
Her nevnir Hanus so eisini møguleikan til at skifta til eitt nú aðrar vinnur ella at fáa meira burtur úr hjávørum.
Skálaberg er umleið 7,5 metrar longri og 2,2 metrar breiðari enn Sundaberg.
Hanus sigur, at støddin dýrkar ikki skipið tað stóra. Skrokkurin kostar undir 30 milliónir, meðan skipið, tá tað er liðugt, fer at kosta millum 150 og 160 milliónir krónur.
46 koyggjupláss verða umborð, og helst verða umleið 40 fólk við nýggja Skálaberg, sum um alt gongur eftir ætlan, verður í flotanum í summar.










