Myndugleikarnir í Saudiarabia hava ávarað fregnartænasturnar í fleiri evropeiskum londum um, at vandi er fyri einari yvirgangsatsókn á evropeiska meginlandinum í næstum. Franski innanríkisráðharrin, Brice Hortefeux, sigur við franskar fjølmiðlar, at tað er al-Qaeda, sum hevur lagt ætlanir um yvirgang í Evropa, og at tað er rættiliga sannlíkt, at tað verður í Fraklandi.
Ráðharrin sigur, at stjórnin í París tekur ávaringina í størsta álvara, og at tilbúgvingin er sett á næstovasta stig.
Vesturlendskar trygdartænastur hava fyrr sagt, at al-Qaeda kann hava lagt ætlan um atsóknir í Evropa av sama slagi sum atsóknina at indiska býnum Mumbai í 2008. Tá lupu 10 yvirgangsmenn á tokstøðir og gistingarhús. 166 fólk doyðu.