Saudiarabia hevur keypt Newcastle

Premier League: Newcastle verður tað nýggja Chelsea, Manchester City og Paris Saint Germain

Umstríddi saudiarabiski prisnurin, Mohammed bin Salman, verður mettur at verða maðurin aftanfyri keypið av Newcastle. Premier League góðkendi fyrr í vikuni søluna hjá Mike Ashley av Newcaslte til saudiarabiska PIF, og PCP Capital Partners og RB Sports & Media.

 

Ein orsøk til at hetta gekk so skjótt seinastu dagarnar, er at keypið hevur verið á veg í longri tíð. Avbjóðingin hevur verið, at ein keypari skal góðkennast og Premier League vildi ikki góðkenna Mohammed bin Salman.

 

Prinsurin er umstríddur í fleiri málum við menniskja rættindum. Kendast er nokk málið um tíðindamannin Jamal Khashoggi, sum bleiv dripin og stykkjaður sundur í sendistovuni hjá Saudiarabia í Turkalandi.

 

Premier League sigur seg hava fingið váttan fyri, at staturin í Saudiarabia ikki kemur at ávirkað leiðsluna í felagnum. Mohammed bin Salman verður mettur at verða verdur einar hundrað ferðir so nógv, sum eigarnir hjá eitt nú Manchester City. Tí er talan um pengasterkar eigarar, sum Newcastle hevur fingið.

 

Tað er ikki heilt greitt hvat vendur upp og hvat vendur niður í eigaraviðurskiftunum, men Newcastle liggur í løtuni næstaftast í Premier League við trimum stigum.