Fyri fimm árum síðani forðaði Saudiarabia fyri einari yvirgangsatsókn at USA Almenna saudiarabiska blaðið al-Watan skrivar, at saudiarabisku myndugleikarnir hava forðað 160 yvirgangsatsóknum, og at teirra millum var ein atsókn at USA, sum skuldi setast í verk í 2003.
Yvirgangsmenninir høvdu lagt ætlanir um at ræna eitt flogfar og at spreingja tað í luftina uppi yvir einum amerikonskum stórbýi. Sambært al-Watan bleiv ætlanin eftir øllum at døma avdúkað í seinastu løtu.
Í síðsta mánað segði saudiarabiski innanríkisráðharrin, at myndugleikarnir hava stevnt 991 einstaklingum fyri at hava havt ætlanir um yvirgang.










