Teir báðir vikuligu frídagarnir í Saudiarabia, sum higartil hava verið hósdagur og fríggjadagur, skulu nú broytast til at vera fríggjadagur og leygardagur.
Tað er uppleggið í einum uppskoti frá lóggevandi tinginum í landinum, al-Shura, men hetta uppskot skal fyrst góðkennast av ráðharraráðnum, áðrenn broytingin kann setast í verk.
At vikuskiftið soleiðis verður flutt, taka serliga altjóða fyritøkur sera væl ímóti, tí við hesum vinna tær ein dag eyka, tá tað snýr seg um at avgreiða samstarv og samvinnu við londini í vesturheiminum.
Men verri enn so øll eru so fegin um broytingina, og fleiri saudiarar leggja dent á, at Saudiarabia ikki eigur at laga seg eftir álmanakkanum hjá Vesturheiminum.
Tó er líkt til, at broytingin eisini hevur eina ávísa undirtøku, og millum annað fer tað helst at skunda undir flytingina av vikuskiftinum, at grannalandið, Oman, tann 1. mai flutti sítt vikuskifti til at vera fríggjadag og leygardag.