Saudiarabia bannar mótmælisgongum

Myndugleikarnir í Saudiarabia hava nú sett fólki forboð fyri at skipa fyri mótmælisgongum ella øðrum mótmælistiltøkum ímóti landsins stýri. Myndugleikarnir leggja afturat, at trygdardeildirnar hava fingið boð um at steðga øllum mótmælisroyndum við makt fyri at tryggja lóg og landaskil.

Boðini komu í einari sjónvarpsfráboðan frá innanríkisráðnum í høvuðsstaðnum Riyadh seinnapartin. Eygleiðarar siga, at boðini eru uttan iva ætlað shiamuslimum, sum hava skipað fyri fleiri mótmælistiltøkum ar eysturi í landinum í seinastuni.

Tey mótmælandi hava kravt, at fólk, sum hava sitið leingi í varðhaldi uttan dóm, skulu latast leys. Kravið snýr seg serliga um ein skriftlærdan shiamuslim, sum eitur Tawfiq al-Amir, sum varð tikin og settur í varðhald, tí hann kravdi, at tann einaræðandi kongsættin skuldu lata ein part av valdinum frá sær.

Fleiri útlendskir eygleiðarar siga, at myndugleikarnir í Saudiarabia eru bangnir fyri, at mótmælisbylgjan í Egyptalandi, Tunesia og Libya skal breiða seg til Saudiarabia.