Umboð fyri Vatikanið eru í hesum døgum í samráðingum við stjórnina í Saudi-Arabien um loyvi at byggja hesa kirkjuna í landinum, har slíkt áður hevði verið púra óhugsandi.
Stjórnin hevur higartil ikki givið loyvi til ikki-muslimsk trúarsamfeløg at byggja sær samkomuhús ella alment at lýsa við trúgv síni, eins og tað er bannað at eiga bíbliur, krossar og rósukransar, skrivar cnews.com.
Hóast hetta hevur Abdullah kongur nú givið loyvi til at ein katólsk kirkja kann byggjast í landinum. Hetta verður ein “søgulig hending” og eitt týdningarmikið fet ímóti størri samskifti millum átrúnaðirnar, sigur talsmaðurin hjá pávanum, Faðir Federico Lombardi.
Í Saudi-Arabien búgva einir 800.000 katolikkar, og er hetta landið tað einasta í arabisku hálvoynni, har eingin kirkja higartil er bygd.
Ynskið frá pávanum
Saudi-Arabien hevur enn ikki alment diplomatiskt samband við katólsku kirkjuna, men í november mánaði í fjør varð Abdullah kongur tann fyrsti saudi-arabiski kongurin sum vitjaði Vatikanið.
Undir vitjanini tosaði Benedikt XVI pávi íðin fyri at fáa loyvi at byggja eina kirkju í landinum. Nú er líkt til at hetta fer at geva úrslit.
Diplomatar í Vatikaninum hava leingi tosað um, at tey muslimsku londini áttu at givið frælsi til kristnar minnilutabólkar at útinna átrúnað sín, eins og kristin lond í Europa viðurkenna sama rætt hjá muslimunum.
Rom hevur til dømis givið loyvi til byggingina av størstu moske’ini í Europa.
Stuðulin frá Abdullah kongi kemur júst um sama mundið sum oljulandið Qatar í farna mánaði vígdi fyrstu katólsku kirkjuna, sum skal tæna teimum 150.000 gestaarbeiðarunum í landinum.
Kirkjan, ið verður mett sum eitt symbol uppá samstarvið millum ein muslimskan stat og Vatikanið, varð latin av emirinum í Qatar, Hamad Bin Khalifa al-Thani.
Katólski ovastin í Kuwait, Qatar, Yemen og Sameindu Arabisku Emiratini, erkabiskupurin Paul-Mounged El-Hachem, hevur staðið fyri samráðingunum um eina kirkju í Saudi-Arabien.