Saudi-Arabia váttar, at tann horvni journalisturin Jamal Khashoggi varð myrdur á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í Turkalandi.
Tað sigur almennur ákæri í Saudi-Arabia við ríkissjónvarpið Ekhbaria TV í gjárkvøldið.
Sambært ákæranum var slagsmál millum Khashoggi og fólk á konsulátinum, sum førdi til at hann doyði.
18 saudiarbiskir ríkisborgarar eru higartil handtiknir í málinum.
Varastjórin í fregnartænastuni í Saudi-Arabia er koyrdur í sambandi við málið. Tað sama er Saud al-Qahtani, sum er ein av ráðgevunum hjá Mohammed bin Salman.
Landsins kongur hevur givið boð um, at nevnd verður sett við krúnprinsinum á odda, sum skal umskipa fregnartænastuna.
Tann 60 ára gamli saudiarabiski journalisturin, Jamal Khashoggi, hevði funnist nógv at stýrinum í Saudi-Arabia. Hann hvarv 2. oktober eftir at hann var farin inn á konsulátið hjá Saudi-Arabia í Istanbul.
Journalisturin flýddi úr Saudi-Arabia til USA í 2017 og búði til hann hvarv í útlegd í USA. Men í sambandi við eitt brúdleyp var Khashoggi farin inn á konsulátið fyri at orðna nøkur pappír.
Unnusta hansara bíðaði uttanfyri í 11 tímar, men Khashoggi kom ikki útaftur. Dulnevndir turkiskir embætismenn hava síðani hildið uppá, at Khashoggi varð myrdur og skorin sundur undir vitjanini á konsulátinum
Saudi-Arabia hevur fyrr víst aftur, at Khashoggi doyði á konsulátinum. Í staðin hevur frágreiðingin verið, at hann fór av aftur konsulátinum eftir eina stutta vitjan.
Mánadagin fingu turkisk fregnartænastufólk atgongd til konsulátið í Istanbul. Sambært teimum varð konsulátið vaskað og veggirnir málaðir av nýggjur, áðrenn fregnartænastufólkini sluppu inn.
Kortini eydnaðist tað løgregluni at tryggja »nógv spor« á staðnum, upplýstu tveir dulevndir embætismenn hósdagin. Millum annað bendu kanningarnar á, at Jamal Khashoggi var limaður sundur á konsulátinum.
Í sambandi við kanningarnar hevur løgreglan í Turkalandi kannað, hvørjir bilar fóru av konsulátinum 2. oktober. Síðani er tað eydnast at spora ruturnar hjá bilunum.
Út frá hesum heldur løgreglan, at drápsmenninir hjá Khashoggi kunnu hava lagt partar av líkinum í skóginum Belgrad og í býnum Yalova umleið 90 kilometrar sunnan fyri Istanbul.
Líkið er enn ikki funnið.
/ritzau/Reuters